Tú lurtar eftir

B36-Varpið nr 17

13.06.2024

Tað forsømda várið og framtíðin Kappingarárið 2024 hevur satt at siga ikki verið nakar dansur á rósum hjá okkara Betri monnum. Stutt sagt endaði ein altsamt meira negativ tilgongd í eini beinleiðis kreppu, sum førdi til venjaraskifti. “Hvat hendi, og hvat hendir nú?” var temaið í B36 Varpinum hósdagin. Hannis Egholm og Bogi Simonsen vóru beinleiðis í studio til eitt fjepparaprát, sum vónandi kundi gera okkum eitt sindur klókari um støðuna í felagnum beint nú. B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

B36 Varpið (ljóð)