Tú lurtar eftir

B36-Varpið nr 2 – Floksmenn

08.02.2024

Gestur í hesi sending var formaðurin í Floksmonnum síðani stovnan Hannis Egholm. B36-varpið í luftina Ein sending um B36, framleidd av B36’arum Tað er í stuttum arbeiðsætlanin fyri B36-varpið, sum verður sent hvønn hósdag frá klokkan 16 til 17 á FM 1 – Títt Radio – FM1.fo Tað er fjepparafelagið hjá B36 – Floksmenn – sum stendur fyri sendingini, ið verður óheft av sjálvum felagnum. Endamálið er at siga søgur úr Føroya størsta fótbóltsfelagsskapi, har allur felagsskapurin verður í fokus Vertur er Ronnie Thomassen – Hetta verður kanska eitt sindur øðrvísi enn fjepparavørp, sum vit kenna aðrastaðni frá, har tað sum oftast bara er besta mansliðið, ið er á skránni, sigur hann.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

B36 Varpið (ljóð)