

B36 Varpið nr. 61: Beinta Klemmentsen og Maria P. Hellisdal
19.06.2025U16 gentur vitjaðu B36 Varpið Gentufótbólturin í B36 er í stórari menning. Tí setti B36 Varpið í dag fokus á U16 gentuliðið, sum eru í holt við eitt avbera gott kappingarár. Gestir vóru Beinta Klemmentsen og Maria P. Hellisdal, sum báðar spæla við U16 gentum. Saman við Beintu og Mariu varð prátað um menningina á gentuliðnum, sum berjist hart fyri at taka av møguleikanum at gerast greipuvinnari í ár. Eisini bleiv tosað eitt sindur um landsliðsfótbólt og um besta kvinnuliðið, har tær báðar hava fingið fleiri dystir í ár. B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.
