

B36 Varpið nr. 65: Fótbóltsprát við Árna Gregersen
17.07.2025Heimligu fótbóltskappingarnar eru í summarfrí, og í B36 Varpinum nýttu vit høvið til at gera eitt summarprát við Árna Gregersen, um nakrar av hansara fótbóltsupplivingum. Vit fingu søguna um hinuferð, tá Johan Cruyff serveraði kaffi fyri Árna. Um tá Árni lokkaði Sepp Piontek til at spæla málmann. Og vit hoyra eisini um hvussu tað var at sjónvarpa tann ógloymandi sigurin hjá Føroyum móti Eysturríki í Landskrona í september 1990. Síðst, men ikki minst, fingu vit eisini søguna um tá Árni í 1971 dømdi FM-finaluna millum HB og 66 liðið hjá KÍ, sum klaksvíkingar hava skeldast inn á í meira enn 50 ár. B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.
