

B36 Varpið nr. 66 Ólavsøkusending
25.07.2025Í Gundadal í 60’unum Ólavur Herup Olsen var málmaður á besta liðnum hjá B36 frá 1961 til 1979. Í ólavsøkusendingini hjá B36 Varpinum fóru vit eina ferð aftur í 60’ini, har vit prátaðu við Ólav um, hvussu nógv ørvísi viðurskiftini vóru í Gundadali tá á døgum. Vit vóru inni á søgun i, tá gamla B36 húsið bleiv bygt, og vit høvdu eisini ymsar hendingar á lofti, m.a. søguna um tá týska felagið Lübeck var á føroyavitjan. B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.
