

B36 varpið nr. 74 – Vælkomin heim, Jákup
18.09.2025“B36 skal aftur upp í toppin á føroyskum fótbólti.” So greiður var Jákup á Borg í hesum B36 Varpinum. Prátað var um, hvussu Jákup hugsar sær at felagið skal røkka hesum málinum. Og komið var eisini inn á, hvussu tað góða ungdómsarbeiðið í felagnum skal síggjast aftur í úrslitunum hjá teim bestu liðunum hjá monnunum og kvinnunum.
