

B36 Varpið nr. 77 – Nýggja ættarliðið á besta kvinnuliðnum
16.10.2025Gestir vóru Ása Lea Ellefsen Næss og Sigrið Hansdóttir, sum báðar hava verið eyðsýndar á besta kvinnuliðnum, hjá B36 í ár. Prátað var m.a. um teirra uppliving av kappingarárinum 2025, og um teirra leið inn á besta liðið. Eisini varð komið inn á krøvini til kvinnufótbólt í mun til gentufótbólt, og hvussu tær báðar hava upplivað at spæla ungdómsfótbólt í B36.
