Tá B71 var á toppinum
05.09.2026B71 eru fluttir upp í bestu deilina aftaná eina 15 ára langa fráveru. B36 Varpið fer tí at heiðra sandoyggjafelagið, við at fortelja søguna um, tá B71 brádliga kom upp á tindarnar í føroyskum fótbólti. Gestir eru Eli Hentze og Páll Á Reynatúgvu, sum báðir vóru lyklaleikarar á liðnum. Sendingin er ein endursending frá desember 2024.