

B36 Varpið: Tann føroyska loysnin á landsliðnum
03.04.2025Drúgva tilgongdin kring venjaraskiftið hjá A-landsliðnum endaði við loysnini tey flestu ynsktu sær, tá Eyðun Klakkstein og Atli Gregersen tóku við ábyrgdini sum ávíkavist høvðusvenjari og hjálparvenjari. B36 Varpið hevði bjóða Eyðuni Klakkstein og Atla Gregersen í studio til eitt landsliðsprát. Vit fóru sjálvandi at práta eitt sindur um teirra fyrstu dystir í HM undankappingini, sum endaðu við tveimum teprum tapum. Men vit fóru eisini at seta fokus á, hvørjar ætlanir teir báðir hava við landsliðnum. Hvørji krøv seta teir til spælararnar? Verða nakrar broytingar í spælistílinum? Og hvussu fara vit at merkja, at tað nú eru føroyingar, sum standa við stýrisvølin á fótbóltsflaggskipi okkara? B36 Varpið í dag byrjaði kl 15:35, vegna longdina, á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.
