

B36 Varpið – Viðgongd uttan mótgongd
27.11.2025Í sendingini vitjaðu Eyðun Klakstein og Atli Gregersen. Tosað bleiv um broytingarnar, sum teir hava gjørt á liðnum og rundanum liðið. Um týdningin av at skapa positivar søgur kring landsliðið. Og um hvørjar ætlanir teir hava fyri landsliðsárið 2026. Eisini bleiv nortið við týdningin av góða stuðlinum frá áskoðarunum á Tórsvølli.















