Fyrrverandi handilsráðharrin Kemi Badenoch var í gjár vald sum forkvinna í tí Konservativa flokkinum í Bretlandi.
Badenoch, ið er sætta forfólki sum Konservativi flokkurin hevur havt innan 9 ár, tekur yvir frá Rishi Sunak, sum legði frá sær í summar, aftaná vánaliga úrslitið á parlamentsvalinum í juli.
Upprunaliga vóru tað seks, ið bjóðaðu seg fram sum valevni, men aftaná fleiri innanhýsis atkvøðugreiðslur í flokkinum, stóðu Kemi Badenoch og fyrrverandi innflytingarráðharrin Robert Jenrick eftir. Sambært BBC fekk Badenoch 53.806 atkvøður til tað endaliga vali, meðan Jenrick fekk 41.388 atkvøður.
Tað er ongin løtt uppgáva, sum nýggja forkvinnan nú skal loysa. Til parlamentsvali í juli fekk Konservativi flokkurin søguliga vánalig úrslit, við Rishi Sunak á odda, og tískil skal flokkurin nú byggjast upp aftur.
Badenoch er fødd í Wimbledon, London, í 1980, men er uppvaksin í bæði Nigeria og USA. Hon flutti aftur til Bretland sum 16 ára gomul. Badenoch hevur verið parlamentslimur síðan 2017 og í 2022 gjørdist hon handilsráðharri.