KÍ-byrjunaruppstillingin líkist henni, vit hava verið von við í summar.
KÍ spælir við trimum miðverjum, har Heini Vatnsdal byrjar inni fyri Børga Petersen, ið byrjaði inni í seinasta dystinum, sum var ímóti BK Häcken.
Norskir miðlar hava tosað eitt sindur um, hvussu Molde fór at stilla upp í kvøld. Liðið spælir vanliga við einari 3-5-2 leikskipan, men í kvøld hevur Molde-venjarin, Erling Moe, valt at byrja við einari 5-4-1 leikskipan.
Liðið hjá KÍ sær soleiðis út:
Nils Jonatan Johansson – René Shaki Joensen, Vegard Forren, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Jóannes Kalsø Danielsen – Claes Kronberg, Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, Árni Frederiksberg – Luc Kassi