Bæði liðini úr Manchester mistu stig

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

City missir týdningarmikil stig á útivølli

Meistararnir seinstu fýra árini, Manchester City, spældu í dag einans 2-2 á útivøllin móti Crystal Palace. City hevur bara vunnið ein av seks teimum seinastu dystunum er fyribils úti úr meistarastríðnum.

City javnaði tvær ferðir. Erling Haaland javnaði til 1-1 í fyrra hálvleiki, meðan Rico Lewis skoraði til 2-2 eftir eitt gott álop.

Fyri Crystal Palace skoraðu Daniel Munoz eftir bara fýra minuttir og Maxence Lacroix eftir hornaspark í seinna hálvleiki.

Móti endanum av dystinum vóru leikarar og venjarar í City sera ónøgdir við dómaran, eftir at hann gav Rico Lewis hansara annað gula kort í eini umstríddari avgerð.


Stórt arbeiði fyri framman hjá Amorim í United

Manchester United tapti 3-2 heima móti Nottingham Forest. Nýggi venjarin hjá United, Rúben Amorim, hevur bara vunnið ein av fýra teimum fyrstu í Premier League og viðgekk eftir dystin, at tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman.

Nikola Milenkovic legði Nottingham Forest fram um tíðliga í dystinum, men danin Rasmus Højlund javnaði áðrenn hálvleik.

Í seinna hálvleiki gjørdi málverjin hjá United, André Onana, ein stóran feil, tá ið Morgan Gibbs-White legði gestirnar fram um, og løtu seinni gjørdi Chris Wood tað til 3-1. Bruno Fernandes minkaði til 3-2, og syrgdi fyri at spenningur var dystinum. Men Nottingham Forest helt fast og vann fyri fyrstu ferð í 30 ár á Old Trafford.


Dysturin millum tey bæði liðini úr Liverpool, Everton og Liverpool, var útsettur av nógvum vindi.


Dagsins úrslit í Premier League:

Aston Villa – Southampton1 – 0
Brentford – Newcastle4 – 2
Crystal Palace – Manchester City2 – 2
Manchester United – Nottingham Forest2 – 3


Stigatalva í Premier League:

DSJTMálStig
1Liverpool14112129 – 1135
2Chelsea1484231 – 1528
3Arsenal1484228 – 1428
4Manchester City1583427 – 2127
5Nottingham Forest1574419 – 1825
6Aston Villa1574423 – 2325
7Brentford1572631 – 2823
8Brighton1465323 – 2023
9Fulham1464421 – 1922
10Bournemouth1463521 – 1921
11Tottenham1462628 – 1520
12Newcastle1555519 – 2120
13Manchester United1554619 – 1819
14West Ham1443718 – 2715
15Everton1435614 – 2114
16Crystal Palace1527614 – 2013
17Leicester1434719 – 2813
18Ipswich1416713 – 259
19Wolverhampton1423922 – 369
20Southampton15121211 – 315