Bakkafrost framvegis høvuðsstuðul hjá FSF

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fótbóltssamband Føroya og Bakkafrost hava undirskrivað eina nýggja avtalu, ið inniber, at alifyritøkan á Glyvrum heldur fram sum høvuðsstuðul hjá manslandsliðnum í fótbólti í fýra ár afturat. Samstarvið, ið byrjaði í 2012, heldur nú fram til og við 2028.

– Vit síggja eitt stórt virði í føroyska fótbóltslandsliðnum, sum vit eisini halda er eitt gott umboð fyri Føroyar. Tí ynskja vit at halda fram við tí góða samstarvinum, ið hevur verið millum partarnar síðani 2012, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

Eisini í Fótbóltssambandi Føroya eru tey fegin um nýggju avtaluna við alifyritøkuna á Glyvrum.
– Bakkafrost telist millum fremstu alifyritøkur í heiminum, við høvuðssæti í Føroyum, og tað er at fegnast um, at ein fyritøka sum Bakkafrost sær menningarmøguleikarnar hjá manslandsliðnum, samstundis sum fyritøkan ynskir at stuðla tí megnar arbeiði, ið verður gjørt á og rundan um landsliðið, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.

Føroyska manslandsliðið fer í næstum undir fyrireikingarnar til HM 2026 undankappingina. Føroyar eru í bólki L saman við Frankaríki ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar. Fyrsti dysturin verður leygardagin 22. mars móti Kekkia.


Mynd: Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, og Christian Andreasen, FSF-forseti – Mynd: bakkafrost.com