Bakkafrost minkar um íløgurnar í Føroyum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Orsakað av nýggja tøkugjaldinum má Bakkafrost tillaga virksemið og íløgurnar í Føroyum, og ein avleiðing av hesum verður, at íløgurnar í Føroyum minka, meðan íløgurnar í Skotlandi fara at at vaksa.

Hesum boðar Bakkafrost frá í morgun.

Sambært Bakkafrost hevur íløgustøðið í Føroyum hjá felagnum verið umleið 12 krónur fyri hvørt kilo, men hetta fer komandi fimm árini at minka niður í 5 krónur fyri hvørt kilo. Samstundis skal íløgustøðið í Skotlandi tvífaldast upp í 14 krónur fyri hvørt kilo.

Bakkafrost skrivar, at fleiri íløgur verða ikki gjørdar í góðskingarvirkið á Glyvrum, men at ætlanin er ístaðin at byggja eitt nýtt góðskingarvirki í Skotlandi.

Lívfiskaætlanin er eisini ávirkað, og ætlaða lívfiskastøðin í Skálavík er tikin úr íløguætlanini. Ístaðin verða minni íløgur gjørdar í at umbyggja og tillaga vernadi smoltsøðirnar við Gjógv og á Húsum, so hesar kunnu brúkast til at lívfisk.

Tað er tó ætlanin at byggja eina nýggja smoltstøð í Føroyum, antin í Ónavík ella í Skálavík, nú hetta økið ikki skal brúkast til lívfiskastøð kortini.

Havalingin, sum Bakkafrost hevur ætlanir um, er ikki partur av hesari íløguætlanini.

Bakkafrost sigur, at í Skotlandi eru góðir vakstrarmøguleikar, og at gongdin í alingini har er betrað orsakað av teimum íløgum, sum Bakkafrost hevur gjørt.

Komandi árini er ætlanin at økja framleiðsluna av stórum smolt til 15 milliónir smolt á 500 gramm í 2028.

Smolt støðin við Applecross veðrur víðað enn meira komandi árini, og ætlanin er at byggja enn eina smoltstøð við Fairlie í Skotlandi. 

Harumframt er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi, og virkið stendur væntandi liðugt í 2028.

Eisini er ætlanin at vaksa um alingina á sjónum í Skotlandi við nýggjum aliøkjum, útbygging av verandi loyvum og við at flyta aliøkir út á djúpari vatn, meðan íløgur skulu gerast í nýggj skip.

Bakkafrost leggur aftrat, at 355 milliónir krónur eru settar av til grøna orkuskiftið í Skotlandi og í Føroyum.