Bakkafrost vísir filmin Bakka ókeypis

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bakkafrost hevur latið film gera um fyritøkuna, og í apríl eru fýra ókeypis sýningar í Norðurlandahúsinum, Varpinum, Salt og Løkshøll.

Seinastu tvey árini hevur journalisturin Óluva Zachariasen saman við myndafólki fylgt nøkrum av starvsfólkum í Bakkafrosti, og burtur úr hesum er ein dokumentarur gjørdur, sum gevur eitt serligt innlit í gerandisdagin hjá starvsfólkunum, og hvat Bakkafrost ger – líka frá røkt av íleggjarum til røkt av laksi.

Sýningar:Stað:Ókeypis atgongumerki fæst her:
2. apríl kl. 19.00Norðurlandahúsinumnlh.fo
7. apríl kl. 19.00Varpinumatgongumerki.fo
10. apríl kl. 19.00SALTatgongumerki.fo
24. apríl kl. 19.00Løkshøllatgongumerki.fo