Baldur, Brandur og Kristian vóru best umtóktu dreingjanøvnini í fjør

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Baldur, Brandur og Kristian vóru best umtóktu dreingjanøvnini hjá dreingjum, ið vórðu føddir í 2022.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Fimm dreingir fingu navnið Baldur, fimm Brandur og fimm Kristian.

Hetta er eisini fyrstu ferð, at hesi trý nøvnini eru at síggja ovast á listanm yvir vælumtókt dreingjanøvn, sigur Hagstovan og leggur aftrat, at vanliga skulu fleiri enn fimm við sama navni til at enda ovast á listanum.

Hóast Brandur ikki hevur verið ovast á listanum áður, so hevur Brandur verið eitt væl umtókt navn seinastu 20 árini. Tað vóru tó eisini fimm, ið fingu navnið Brandur í 2020, seks í 2002 og sjey í 2005, men tá hevur tað ikki verið nokk til at røkka 1. plássinum. 

Kristian hevur ikki verið millum best umtóktu nøvnini síðani 2014, tá seks dreingir vórðu nevndir Kristian. Av best umtóktu nøvnunum í 2022 er Kristian, mannfólkanavnið, ið er mest vanligt.

Baldur er ikki eitt eins vanligt navn, sum Brandur og Kristian. Bert einaferð áður hava fimm dreingir í sama árgangi fingið navnið Baldur. Tað var í 2019, tá Baldur var triðbest umtókta navnið fyri dreingir.

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Mattias, Nóa og Tóki.