,

Baldursson fekk fjøldina at kóka á SF24

Skrivað

FM1

Dagfesting

Í gjárkvøldið debuteraði Danny Baldursson undir nýggja navninum Baldursson, og hann gjørdi tað við stíli og kraft. Konsertin var hildin í tjaldinum á Summar Festivlainum, hetta var ein stórsligin uppliving við einari flottari uppsetan, ið frá byrjan til enda vísti framúrskarandi tónleikaligan førleika.

Ljósshowið, sum fylgdi við framførsluni, megnaði at skapa eina heilt serliga kenslu millum áhoyrararnar. Hetta visuella aspektið lyfti heildarupplivingina og skapti eina samanhangandi og intensiva konsertuppliving, sum áhoyrararnir seint fara at gloyma.

Fjøldin var livandi frá fyrsta tóna, og tað var týðiligt, at Baldursson longu hevur vunnið eitt fast pláss í hjørtunum hjá tónleikaáhugaðum. Øll sungu við, sjálvt til teir sangirnar, sum enn ikki eru komnir út. Hetta vísir, hvussu spent fólk eru at hoyra meira frá Danny Baldursson. Serliga nýggjasti sangurin “Girl it is you”, sum kom út beint áðrenn Ólavsøku, fekk fjøldina at kóka eina løtu, og tað var greitt, at Baldursson hevur funnið nakað serligt við sínum tónleiki.

Afturat sær hevur Danny Baldursson savna sær dugnaligir tónleikarar, ið hann hevur arbeitt saman við gjøgnum árini, har millum Símun Dam, ið bæði framleiðir og spælir saman við Danny Baldursson, beiggjarnir Jóhan og Rúni Hentze, ið báðir spæla trompet, og so trummuspælaran Fríða Bjarkhamar. Saman við bólkinum fekk Danny Baldursson øll til at kenna seg sum ein part av framførsluni, og tað er ein gáva, ið bert fáir tónleikarar meistra so væl sum hann.

Eitt serligt hæddarpunkt í konsertini var, tá Baldursson framførdi sangin “Scandalous,” sum enn ikki er útgivin. Heilt óplanlagt fekk Danny Baldursson hála Marius DC við sær á pallin, hetta tí at teir, saman við tveimum øðrum útlendskum tónleikarum, hava arbeitt uppá hendan sangin. Hetta var ein stuttlig og livandi framførsla. Sangurin sjálvur er av einum slagi, sum vit ikki áður hava hoyrt úr Føroyum í nýggjari tíð, og tað vísti, hvussu Baldursson er við at bróta nýtt land innan føroyskan tónleik.

Síðsti sangurin á konsertini var eingin annar enn “Alright,” sum Danny Baldursson gav út við bólkinum Danny and the Veetos. Hetta var sangurin, sum áhoyrararnir veruliga gleddu seg til, og var hetta eisini sangurin hann nýtti at enda konsertina við.

Baldursson hevur nú, undir nýggja navninum, staðfest seg sum ein av Føroya fremstu tónleikarum, og áhoyrarafjøldin læt hann fara við longdrúgvum lógvabrestum.