Frameftir verður tað forboðið at koyra ov seint gjøgnum Tunlarnar norður um Fjall.
Landsverk sigur í dag, at trupulleikar hava verið við ferðsluni norður um Fjall, tí at summir bilførarar koyra ov spakuliga gjøgnum tunlarnar, og hetta hevur við sær, at bilarnir sleppa ikki út úr hinum endanum, áðrenn ljósið verður grønt.
Landsverk vísir á, at ljósskipanin er útroknað til, at bilar mugu koyra 40 kilometrar um tíman fyri at sleppa gjøgnum tunlarnar uttan at fáa mótkoyrandi ferðslu.
Landsverk hevur tí saman við løgregluni gjørt av at skelta tunlarnar soleiðis, at lágmarksferðin gjøgnum tunlarnar er 40 kilometrar um tíman, tá ljósið er grønt.
-Hetta er ikki nakað, sum vit eru von við at brúka, men fyri at ferðslan skal koyra væl, mugu vit seta hetta í verk, sigur Landsverk.
Nýggja lágmarksferðin kemur í gildi beinanvegin.