Á árliga kvinnutiltakinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fekk Barbara Holm heiðurin Ársins Brita 2025. Tað skrivar Kvinna.
Í grundgevinunum verður sagt, at Barbara Holm torir at seta viðkvom og týðandi evni á breddan og vil hava valdsharrarnar at taka ábyrgd. Hon hevur slóðað fyri eini neyðugari mentanarligari broyting, sum byrjar við eini uppgerð við tøgnmentanina og valdsstrukturarar í samfelagnum.
Sjálvt orðið Brita hevur nógv verður kjakast um, men tað merkir ein sterk og framsøkin kvinnu, sum er djørv og stendur við sítt og síni virðir.
Dómsnevndin í ár var mannað við Tóru Effersøe Mortensen frá Kvinnu, Brandi Mortensen Nolsøe samskipari á Javnstøðuskrivstovuni og Rønn Eliasen mentanarleiðara í Fuglafjarðar kommunu