Barbara tekur sæti á fólkatingi

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Hetta er triðju ferð hon tekur sæti á fólkatingi. Fyrstu ferð var í mars 2020, og aðru ferð var í mai 2021.

– Meðan eg taki sæti fari eg at varpa ljós á nakrar av teimum markaforðingunum, sum føroyingar kunnu møta í donskum skipanum. Hetta er nakað, eg legði stóran dent á undir valstríðnum, og tí ætli eg mær sjálvandi at nýta møguleikan at seta sjóneykuna á tað, sigur Barbara.

Harafturat fer hon at luttaka á einari arktiskari ráðstevnu í Svøríki.

Sjálv metir hon, at tað er av stórum týdningi at gera seg galdandi á teimum altjóða pallum, vit fáa atgongd til. Ikki minst, tá tað snýr seg um háaktuell mál, so sum viðurskifti í Arktis.