, ,

Barça í fíggjarligum óføri

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í 1908 gekk heilt illa hjá FC Barcelona. Felagið lá til at fara á húsagang, men so traðkaði sveisarin Hans Max-Garper til. Felagið útvegaði sær fastan leikvøll, men besti leikurin hjá Gamper var at geva FC Barcelona eitt týðiligt katalanskt sermerki. Sjálvur lærdi Gamper seg flótandi katalanskt og fekk sær eisini eitt katalanskt fornavn: Joan. Felagið ynskti nýtt klubbmerki í 1910 og uppskotið hjá Carles Comamala vann, har enska tjóðarflaggið varð samantvinnað við katalanska tjóðarflaggið, og forbókstavirnir og ein bóltur saman við klubblitunum hjá FC Basel, sum Joan Gamper hevði spælt við í Sveis. Tað var um sama mundið, at felagið valdi katalanskt sum gerandismál. Tað hevði við sær, at felagið fekk ein størri leiklut í katalanska sjálvstýrisstríðnum í mun til spanska høvuðsstýrið í Madrid.

Barça hevði skipað dystin 14. Juni 1925 ímóti einum øðrum felagi í Barcelona, Jupiter, fyri at heiðra Orfeó Català, sum var eitt kór fyri leikmenn stovnað í 1891. Orfeó Català, sum eisini var staðsett í Barcelona, var ein grundarsteinur í katalansku mentanini. Tá varð Spania tó stýrt av einaræðisharranum Miguel Primo de Rivera v Orbaneja, hvørs ríkisstjórn var týðiliga illviljað mótvegis Katalonia og sum enntá hevði bannað katalanska málinum.

Eitt bretskt hernaðarskip lá við bryggju í Barcelona og venjarin hjá Barça, onglendingurin Ralph Kirby, bjóðaði orkestrinum umborð at spæla undir dystinum. Orkestrið spældi spanska tjóðsangin – sum fjøldin háðandi køvdi – og síðani enska tjóðsangin God Save the King” – sum fjøldin fagnaði við lógvabrestum.

Ríkisstjórnin svaraði aftur við at sekta felagið og kravdi, at formaðurin, Joan Gamper, skuldi leggja frá sær umframt, at felagið legði liðið lamið í eitt hálvt ár. Tá liðið ikki slapp at spæla dystir, so mundi Barça nærum farið á húsagang, men varð bjargað av gávum frá trúføstum fjepparum og staðbundna bankanum.