Barcelona og Yamal spanskir meistarar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Barcelona hevur tryggjað sær meistaraheitið í La Liga eftir 2-0 sigur í grannadystinum móti Espanyol í kvøld.

Longi sá tað út til, at gullveitslan mátti bíða, men nakar minuttir inn í seinna hálvleik tók 17 ára gamli Lamine Yamal ábyrgd og sendi bóltin í málið við einari perfektari skotroynd úr høgru síðu.

Seinni á yvirtíðini spældi hann eisini upp til Fermín López, ið staðfesti sigurin.

Endaliga úrslitið gjørdist 2-0 og við tveimum dystum eftir av kappingini, kann Barcelona nú gleðast um 28 meistaraheitið í La Liga.

Yamal hevur víst, at hann hóast sín unga aldur longu er ein lyklaleikari fyri Barcelona, og hann verður nú róstur sum “besti spælarin í heiminum akkurát nú.”