UEFA Nations League, deild C, bólkur 4
Armenia – Føroyar 0-1 (0-1)
Føroyar byrjaðu dystin toluliga væl, og liðini skiftust um at vera í álopi fyrsta partin av dystinum. Sum fyrri hálvleikur leið tók Armenia yvir spælið, men okkara hart arbeiðandi verja helt teimum frá heilt stóru møguleikunum.
Tá ið hálvur tími var spældur, kastaðu Føroyar eitt innkast inn í teirra brotsteig. Endin varð, at ein armenia sparkaði Brand Hendriksson niður, og so var brotsspark. Viljormur Davidsen sendi brotssparkið trygt í málið.
Restina av dystinum var eitt støðugt trýst á føroyska málið. Men sera tætta føroyska verjan megnaði at halda Armenia frá teimum heilt stóru møguleikunum, hóast onkur var.
Stórur spenningur undan dystinum
Tað var langt síðan, at spenningurin hevur verið so stórur sum til hendan landsdystin. Máttloysið, sum fyri ein stóran part hevur verið rundan um landsliðið seinastu tíðina, var broytt til eitt ávíst bjartskygni.
Orsøkin var, at Føroyar hava fingið nýggjan fyribils landsliðsvenjara, Eyðun Klakkstein, eftir at Håkan Ericson varð sendur til hús.
Dagarnar upp undir dystin, var eisini alt gjørt fyri at byggja upp eitt gott huglag og gott mót frá nýggja venjaratoyminum, har litríki Atli Gregersen er hjálparvenjari hjá Eyðuni Klaksstein.
Góð byrjan
Føroyar komu væl inn í dystin og hildu armenum frá stórum møguleikum allan fyrra hálvleik. Einasti møguleikin, teir høvdu, var tíðliga í dystinum, tá ið ein armeni kom at standa púra leysur eftir eina hornasparksstøða. Tíbetur var Teitur Gestsson knappur og tók bóltin, áðrenn hann fóru inn um strikuna.
Fyrru helvtina av fyrra hálvleiki vóru vit væl við. Armenia og Føroyar skiftust um at vera í álopi, og okkara leikarar fóru eisini í løtum heilt fram á vøllin at trýsta verjuna hjá Armenia í uppspælinum.
Meðan vit hildu teimum frá møguleikum, so høvdu vit nakrar góðar álopsstøður. Adrian Justinussen royndi seg við einum skoti úr vinstru síðu, men bólturin varð snittaður út til hornaspark.
Í einari støðu fóru vit í skjótt mótálop, har dómarin heldur átti at brúkt fyrimun enn at dømt fríspark til Adrian Justinussen.
Føroyar royndu tíðiliga at taka ferðina úr dystinum, og so við og við tók Armenia eisini meira yvir spælið. Vit høvdu sera trupult við at halda upp á bóltin, og millum annað kom Brandur Hendriksson ikki ordiliga til sín rætt í hesum dystinum.
Viljormur skoraði trygt
Tá ið hálvur tími var spældur, fingu Føroyar innkast í høgru síðu. Jóannes Kalsø kastaði inn í brotsteigin. Har var bólturin skallaður víðari, armenar skallaðu útfrá aftur, og Adrian Justinussen skallaði inn aftur móti málinum. Endin varð, at Brandur Hendriksson varð sparkaður niður, og vit fingu brotspark.
Eftir eina løta, har brotssparkið varð kannað við VAR, sparkaði liðskiparin Viljormur Davidsen bóltin við vinstra beini hart til vinstru síðu, meðan málverjin leyp hinvegin. 1-0 og frálík byrjan hjá Føroyum og Eyðuni Klakkstein.
Stórt trýst frá Armenia
Restina av dystinum var eitt stórt trýst móti føroyska málinum. Serliga royndu teir at koma í gjøgnum í okkara høgru siðu, har Jóannes Kalsø Danielsen hevði úr at gera.
Okkara lið stóð tætt í spælskipanini 5-4-1, og Armenar funnu ongantíð pláss millum keturnar. Í staðin máttu teir senda bóltar innfyri, og har stóð miðverjan við Andreas Edmundssyni á odda og skallaðu bóltarnar burtur.
Armenar komu so at siga bara til langskot, og tey voldu ikki Teiti Gestsson stórvegis trupulleikar. Ta einu ferðina mundi ein lumpskur bóltur úr høgru síðu fari í málið. Men Teitur Gestsson kláraði akkurát at halda bóltin uttan fyri strikuna, hóast tað næstan sá út til, at bólturin fór innum.
Vinstravent armenskt álop
Eyðun Klakkstein royndi at venda gongdini við fleiri innskiftingum. Hanus Sørensen kom inn fyri Rene Shaki Joensen, sum sá út til at vera smáskaddur. Petur Knudsen og Meinhard Olsen komu inn fyri Adrian Justinussen og Páll Klettskarð, og Noah Mneney og Sølvi Vatnhamar komu inn fyri Brand Hendriksson og Jóannes Bjartalíð.
Men útskiftingarnar hjálptu einki, og trýstið helt fram. Tíbetur var álopsspælið hjá Armenia rættiliga einfalt, ella vinstravent, sum Suni Merkistein segði í sjónvarpinum. Alt fór gjøgnum teirra vinstru síðu, og tí var okkara verja ongantíð togað sundar av síðuskiftum. Tað gjørdi tað lættari at halda verjuna kompakta, og teir funnu ongantíð nakað pláss inni í okkara brotsteigi.
Vunnu upp á føroyska mátan
Sigurin var ikki vakur, men stríðsviljin var øgiligur, og eftir dystin, segði Eyðun Klakkstein, at vit vunnu upp á tann føroyska mátan.
Og fyri einaferð skyld, fylgdi eydnan okkum eitt sindur, og eingin býttur bóltur endaði í málinum í seinastu løtu.
Hetta var ein verjudystur, og allir vardu væl. Tað er torført at taka nakran fram um aðrar, men Andreas Edmundsson staðfesti enn einaferð, at hann er okkara nýggja verjukempa. Royndirnar hjá Teiti Gestssyni í málinum komu eisini sera væl við í dag.
Í álopspartinum spældi eingin nakað serliga væl, frá tí at vit løgdu okkum fram um. Fyrsta hálva tíman vóru onkir glottar, og vit sóu eitt sindur, hvat Adrian Justinussen og Páll Klettskarð kunnu geva okkum. Tað var tó lítið at tosa um, tí hetta var ein verjudystur, har vit vunnu upp á tann føroyska mátan.
UEFA Nations League, deild C, bólkur 4
Klokkan 17.00 á Republica leikvøllinum í Jerevan
Armenia – Føroyar 0-1 (0-1)
0-1, 33.min: Viljormur Davidsen (brotsspark)
Føroyar:
Teitur Gestsson (málverji)
Jóannes Kalsø Danielsen
Odmar Færø
Gunnar Vatnhamar
Andrias Edmundsson
Viljormur Davidsen
Jóannes Bjartalíð (76. min, Sølvi Vatnhamar)
Rene Shaki Joensen (62. min, Hanus Sørensen)
Brandur Hendriksson (76. min Noah Mneney)
Adrian Justinussen (68. min, Petur Knudsen)
Páll Klettskarð (68. min, Meinhard Egilsson Olsen)
Gult kort:
12. min: Adrian Justinussen, 21. min: Jóannes Kalsø Danielsen, 81. min, Teitur Gestsson.
Á bonkinum:
Bárður á Reynatrøð (málverji)
Mattias Lamhauge (málverji)
Arnbjørn Svensson
Jann Benjaminsen
Ási Dam,
Hallur Hansson
Poul Kallsberg
Venjari:
Eyðun Klakstein
Stigatalva í bólki C4 í Nations League
(Norðurmakedonia og Litava spæla í kvøld)
Dystir | Sigrar | Javnt | Ósigrar | Mál | Stig | ||
Norðurmakedonia | 4 | 3 | 1 | 0 | 8 – 1 | 10 | |
Føroyar | 5 | 1 | 3 | 1 | 5 – 5 | 6 | |
Litava | 4 | 1 | 1 | 2 | 3 – 8 | 4 | |
Armenia | 5 | 1 | 1 | 3 | 6 – 8 | 4 |