Bárður hevði heldur ynskt ein sigur enn at skjóta eitt mál í seinasta dystinum fyri B68

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum B68-FC Suðuroy 1-1 (1-1). Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við málskjúttan hjá B68, Bárður Ó. Jensen, ið spældi seinasta dystin fyri B68. Hann fer niður til Danmarkar at lesa. Bárður hevði tó heldur ynskt sær ein sigur enn at skjóta eitt mál í seinasta dystinum fyri B68 á hesum sinni. Trygvi prátaði eisini við Pætur Augustinussen hjá FC Suðuroy, ið heldur, at FC Suðuroy spældi væl í fyrra hálvleiki, men tað bleiv heldur rótut spæl í seinna hálvleiki. Mynd: Trygvi Absalonsen.