Bárður skal venja Mjølnir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bárður Bendix Mikkelsen skal venja menninar hjá Mjølni restina av kappingarárinum. Bárður kemur í staðin fyri Michael Rowsell, sum fer aftur til Kanada. Tað skrivar Norðlýsið á netinum.

Bárður hevur drúgvar royndir bæði sum spælari og venjari. Hann hevur spælt 78 landsdystir fyri Føroyar og var landsliðsvenjari frá 2014 til 2021. Sum spælari hevur hann fyri tað mesta roynt seg uttanlands, á hægsta stigi bæði í Noregi og Danmark, har hann leikti við Marienlyst í bestu flogbóltsdeildini í fleiri ár.

Sum venjari hevur Bárður eisini nógvar royndir úr Danmark. Frá 2010 til 2021 var hann venjari hjá Marienlyst, har liðið vann fleiri meistaraheiti. Hesi árini var hann eisini knýttur at danska talentsentrinum og hjálparvenjari hjá fleiri donskum U og A landsliðum.