HB hevur gjørt sáttmála við 17 ára gamla Bartal Páll Klein, sum hevur spælt við B68 í hálvtannað ár.
Bartal Páll Klein vaks upp í HB, áðrenn hann sum ungur skifti til B36. Á sumri 2023 skifti hann til B68, har hann fekk sínar fyrstu minuttir í Betrideildini bert 16-ára gamal.
Í ár var hann ein av avgerandi leikarunum hjá B68, sum megnaði at varðveita plássið í Betrideildini. Hann var tann heilt stóri spælarin í avgerandi dystinum ímóti NSÍ í síðsta umfari. Her skuldi B68 vinna fyri at varðveita plássið í deildini, og Bartal Páll gjørdi bart og skoraði hattrick.
– Tað kennist væl at vera aftur í HB-húsinum. At síggja fólk, sum mann kennur aftur og at vita, at mann spælir við einum vinnandi liði. Nú gleði eg meg bara til at koma í gongd, sigur Bartal Páll við heimasíðuna hjá HB.
Tá ið hann verður spurdur, hvørji mál hann hevur sett sær til komandi ár, vil hann ikki seta tal á mál ella upplegg. Men leggur dent á, at hann vil vinna tað, sum vinnast kann.