Fyrrverandi enski fótbóltsleikarin David Beckham verður nú sligin til riddara av bretska kongsveldinum. Tað skrivar BBC.
Tað merkir, at hann fer at kunna kalla seg Sir David Beckham, og kona hansara, Victoria Beckham, fær heitið Lady Victoria Beckham.
David Beckham varð fyrst tilnevndur til heiðurin í 2011, men nú verður hann endaliga heiðraður.
Hann verður ikki bert heiðraður fyri sína yrkisleið sum fótbóltsleikari, men eisini fyri vælgerandi arbeiði.
Í meira enn 20 ár hevur hann verið ambassadørur fyri UNICEF, og seinastu tíðina hevur hann eisini virkað sum ambassadørur fyri The King’s Foundation, sum Charles kongur stendur fyri.
David Beckham spældi 115 landsdystir fyri Ongland og spældi fyri feløgini Manchester United, Real Madrid, AC Milan, Paris Saint-Germain og LA Galaxy.
Í 2003 fekk hann OBE-heiðurin (Order of the British Empire), men nú verður hann lyftur í enn hægri heiður.
BBC skrivar, at listin við teimum, sum sligin sum riddarar, verður kunngjørdur í næstu viku. Umboðini hjá David Beckham hava viðmerkt tíðindini.