Beinir formaður í nýggja Málráðnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hevur valt nýtt Málráð, fyri komandi fýra árini.

Formaður er Beinir Bergsson, MA í týskum og BA í ritlist, tilnevndur eftir tilmæli frá Javnstøðunevndini. Næstforkvinna er Lena Reinert, BA í føroyskum, tilnevnd eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini.

Limirnir eru tilnevndir eftir tilmæli frá ymiskum feløgum og stovnum, og tveir eru valdir beinleiðis av landsstýrismanninum. Hini í Málráðnum eru:

Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókamiðsøluni, fyrrv. lærari og stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, valdur av landsstýrismanninum.

Iben Nyholm Debess, MA í málvísindum, ph.d.-vísindastarvsfólk og samskipari á Máltøknideplinum, vald av landsstýrismanninum.

Hjalmar P. Petersen, Dr.phil., professari í málvísindum, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.

Sigmund Jógvansson, MA í føroyskum, lærari, eftir tilmæli frá Felagnum Føroyamál.

Sonja Winthereig, MA í føroyskum, hjánám í russiskum, námsætlanarstarvsfólk á Námi, eftir tilmæli frá Námi.

Edny Poulsen, sernámsfrøðiligur ráðgevi í teknmáli (tekn til talu), teknmálstulkur, eftir tilmæli frá Deyvafelagnum og HOYR.

Sanna A. Dahl, MA í bókmentavísindum, BA í íslendskum, hjánám í føroyskum, ritstjóri, eftir tilmæli frá Navnanevndini.

Bergur Rasmussen, lærari, rithøvundur og týðari, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya.

Solby A. Christiansdóttir,BA í føroyskumjournalistur, eftir tilmæli frá Mentanargrunni Landsins.

Landsstýrismaðurin hevur hitt nýggja Málráðið og fegnast um stóru tøkini, ið eru tikin undanfarnu árini, har millum annað. Stavsetingarorðabókin og nýggj heimasíða komu undir land.

Endamálið hjá Málráðnum er at røkja, menna og verja føroyska málið, eisini teknmálið. Málráðið skal vegleiða, ráðgeva og áseta stavseting, og almennir myndugleikar eiga at fylgja niðurstøðunum.

Eisini kunnu stovnar og einstaklingar venda sær til Málráðið við málspurningum.