,

Beinir: – Vit royna allatíðina at finna loysnir

Skrivað

FM1

Dagfesting

Alt bendir á, at Fólkaflokkurin gerst vinnari av komandi løgtingsvali. Tað vísa allar veljarakanningar, sum hava verið í seinastuni, og í gjár kundu vit staðfesta, at fólkaflokkurin fær næstan triðju hvørja atkvøðu, og 10 av teimum 33 sessunum á løgtingi.

Les eisini: Veljararnir fylkjast um stóru andstøðuflokkarnar

Beinir Johannesen ásannar, at ein samgonga millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin er nærliggjandi, sum veljarakanningarnar síggja út í dag, men hann útilokar ikki nakran annan flokk á tingi, tá hann verður spurdur um samgongumøguleikar.

Tað segði hann í samrøðu við Árna Gregersen á FM1 útvarpsstøðini á middegi.

Um hví Fólkaflokkurin hevur slíkan undanvind í løtuni sigur formaðurin, at tey hava lagt seg eftir at føra konstruktivan andstøðupolitikk.

– Hóast vit ikki altíð eru samd, so royna vit alla tíðina at vísa á loysnir. Vit hava havt ein sera aktivan tingbólk, sum støðugt vísir á loysnir, sum kunnu gagna okkara landi, og tað er ein orsøk til, at vit liggja so væl í veljarakanningunum, sigur Beinir Johannesen.

Útreiðslurnar vaksa ov skjótt

Spurdur um hvat høvuðsmálið verður í komandi valstríði, ið fer at byrja um eitt ár í seinasta lagið, sigur Beinir Johannesen, at tað verður avbjóðingin at fáa javnvág í búskapin og langtíðarhaldførið.

– Útreiðslurnar vaksa ov skjótt. Tær vaksa skjótari enn inntøkurnar, og tað kann ikki blíva við. Tað er nakað, sum vit mugu hyggja álvarsliga eftir. Plenuklipparahátturin er ikki nóg mikið til at tálma útreiðslunum. Tað má sterkari lútur til, sigur fólkafloksformaðurin, og nevnir at tørvur er á bygnaðarbroytingum á almannaøkinum.

– Vit eiga at kunna fáa somu ella betri tænastu fyri færri pengar, segði Beinir Johannesen.

Viljin til stórar íløgur er ov stórur

Eisini eftirlýsir hann eina langtíðar løguætlan. Viljin at fara ígongd við stórar íløgur er alt ov stórur. Vit mugu seta av, hvussu stóra upphædd vit tey komandi árini skulu seta av til íløgur, og so raðfesta hareftir. Onkrar av íløgunum mugu bíðar, vit kunnu ikki fara undir bæði suðuroyartunnil, strandfaraskip, kampus og aðrar íløgur alt í senn.

Um haldførið og ætlaðu hækkanina av pensjónsaldrinum heldur Beinir Johannesen, at politikkurin hjá sitandi samgongu er alt ov svart/hvítur, tí tað einans verður hugt eftir hækkandi pensjónsútreiðslunum við uppskoti um at hækka pensjónsaldurin.

– Tað er rætt, at vit gerast fleiri eldri. Men tað er ein líka so stórur trupulleiki, um ikki størri, at vit gerast færri yngri. Eg sakni eina ætlan fyri hvussu vit fáa tey ungu at venda heimaftur. Tann avbjóðingin er størri enn avbjóðingin er í hinum endanum av aldursskalanum, heldur Beinir Johannesen.