, ,

Beinleiðis á FM1 frá klokkan 17.50: B36-FK Auda

Skrivað

FM1

Dagfesting

Í kvøld klokkan 18 byrjar seinni dysturin í fyrsta undanumfarinum í Conference League millum B36 og FK Auda á Tórsvølli. FK Auda vann fyrra dystin 2-0, og tí verður talan um torføra uppgávu hjá B36 at vinna seg víðari. Rúni á Reynatrøð sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Viðmerkjari verður Ronnie Thomassen. Sendingin byrjar klokkan 17.50. FM1 hevur Kaj Dam hjá KÍ sum heimildarmann til dystin millum Differdange og KÍ í Luksemborg, ið eisini byrjar klokkan 18.