FM1 sigur beinleiðis frá tveimum dystum í Betrideildini klokkan 14. Rúni á Reynatrøð sigur frá dystinum Víkingur-07 Vestur, har Víkingur aftaná dystin fær handað FM-steypið. Regin Sivertsen sigur frá dystinum NSÍ-B68, har B68 er í stórum niðurflytingarvanda. Knút B. Johannesen verður heimildarmaður til dystin B36-Skála, har Skála stríðist fyri at vera frammanfyri B68 á stigatalvuni.
