, , ,

Beinleiðis frásagnir á FM1 sunnudagin= Klokkan 15: KÍ-Víkingur og klokkan 18: Norðurmakedonia-Føroyar

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað verður ein stórur ítróttarfrásagnardagur á FM1 sunnudagin, har byrjað verður longu klokkan 14 tá sendingin “Fótbóltsskýlið” hjá Sigurjón Einarsson verður endursend. Klokkan 15 sigur Rúni á Reynatrøð frá dystinum millum nummar trý í Betrideildini hjá monnum, KÍ og oddaliðið, Víking við Djúpumýru í Klaksvík. Jóan Pauli Jacobsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Umleið klokkan 17.15 verður hitað upp til sera týðandi HM Play Off dystin millum Norðurmakedonia og Føroyar. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum, ið byrjar í Skopje klokkan 18. Føroyar eru á odda 34-27 frá fyrra dystinum, men hópurin hevur havt nógva mótgongd á ferðini til Skopje við seinkingum o.ø.