,

Beinleiðis frásagnir á FM1 sunnudagin: HB-Víkingur og Skála-NSÍ

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Sunnudagin klokkan 15 sigur FM1 beinleiðis frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum. Rúni á Reynatrøð sigur frá dystinum á ovara vølli í Gundadali í Havn millum HB og Víking, og Trygvi Absalonsen fer saman við viðmerkjaranum, Knút B. Johannesen at siga frá dystinum undir Mýruhjalla á Skála millum Skála og NSÍ. Verður Víkingur staðfestur Føroyameistari 2024 í morgin kemur tað at merkja sendingina aftaná dystarlok.