, ,

Beinleiðis video: Tennis – Pætur Dahl v. Freeman

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Um lítla løtu byrjar triði dystur hjá føroyingum í einstaklingakappingini í harratennis á Oyggjaleikum.

Tað er Pætur Marjunarson Dahl, sum spælir móti Chris Freeman frá Guernsey

Ingi Højsted tapti fyrr í dag 6-2 7-6 móti Melker Rumander úr Álandi, og Jón Brekku tapti 0-6 3-6 móti Michael Foulkes av Isle of Wight.

Tað eru tó ikki bara tap, ið hava verið á skrá higartil. Ingi Højsted og Hjalti Mohr Jacobsen vunnu í tvímansleiki 6-3 2-6 11-9 móti Per Norrby og Albin Wallin úr Gotlandi, umframt at Nicholas Thor Lind Petersson vann 6-1 6-2 móti Martyn Bailey av Isle of Wight.

Føroyar eru longu sligin úr liðkappingini í tennis, men vit eru framvegis við í einstaklingakappingini og tvímansleiki.