Bergur Poulsen til B36

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

B36 hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við leirvíkingin Berg Poulsen galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.

21 ára gamli Bergur Poulsen spælir fyri tað mesta á bakkinum. Hann er uppvaksin í Víkingi, men hevur seinastu tvey árini spælt við EB/Streymi

Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari hjá B36, væntar sær nógv av samstarvinum.

– Bergur er ein raskur og ambitiøsur spælari, sum hevur staðið seg væl í EB/Streymi, og eg eri sannførdur um, at hann fer at fella væl til og gera góðan mun her, sigur hann.

Bergur Poulsen hevur higartil spælt 53 dystir í fremstu røð, steypadystir íroknaðir, og skotið sjey mál. Hann hevur eisini verið á øllum ungdómslandsliðum upp, og hevur spælt seks U21-landsdystir.