Besta árið nakrantíð hjá Vága Floghavn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í 2024 var besta árið hjá Vága Floghavn nakrantíð, bæði við ferðafólkatali og farmi.

444.035 ferðafólk brúktu flogvøllin, og 7.200 tons av farmi vóru flutt um flogvøllin. Tar er nógv meira enn undanfarnu árini.

Hóast hægri inntøkur og eitt bruttoúrslit á 56,8 milliónir krónur, var nettoavlopið einans 1,4 milliónir krónur. Tað kemst av hækkandi starvsfólkakostnaði og fíggjarkostnaði av stórum íløgum og viðlíkahaldi. Verkfallið tíðliga á sumri í fjør ávirkaði eisini úrslitið.

Vága Floghavn raðfestir at tryggja stabilt rakstrargrundarlag og hevur broytt nýtslugjøld, galdandi frá 1. apríl 2025. Eisini verður flogbreytin asfalterað í ár fyri umleið 100 milliónir krónur, og verkætlan er í gongd um nýggja farstøð, har úrslitið av verkætlanarkappingini verður avdúkað í mai.

Vága Floghavn væntar metár í 2025 við vaksandi ferðafólkatali og farmi.

Nevndin í Vága Floghavn hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum forkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni. Hini í nevndini eru Gunn Hanusardóttir Møller, Bogi Bendtsen og Uni Danielsen, vald av aðalfundinum, og Nanny Ritter Falkvard, Egil B. Joensen og Tórstein á Steig, starvsfólkavald umboð.