Tað vóru enskir lesandi, sum í 1869 spældu fótbólt á kostskúlanum La Châtelaine í Geneva og í 1879 varð elsta núverandi felag stovnað, St. Gallen. Bretska ávirkanin var stór um hetta mundið og fleiri lið fingu ensk nøvn sum Grasshoppers og Young Boys.
Sveisiska fótbóltssambandið varð stovnað í 1895 og í 1897 fór fyrsta landskappingin av bakkastokki, men tað var ikki sveisiska fótbóltssambandið, sum skipaði fyri og tí verður kappingin roknað sum óalmenn.
Sveis var við til at stovna altjóða fótbóltssamgonguna FIFA í 1904 saman við Belgia, Danmark, Fraklandi, Hollandi, Spania og Svøríki. Høvuðssætið hjá FIFA hevur verið í Zürich síðani 1932, tí Sveis liggur í Miðeuropa, landið er uttanveltað og tú sleppur har við toki. UEFA hevur eisini sítt høvuðssæti í Nyon í Sveis.
Tann 12. februar 1905 spældi Sveis fyrsta landsdystin yvirhøvur. Dysturin var spældur í París og Frakland vann 1-0. Í 1914 vóru bestu londini í Europa: Danmark, Ongland, Ungarn, Holland, Belgia, Týskland, Frakland, Italia, Sveis og Eysturríki í nevndu raðfylgju.
Eitt lítið áratíggju seinni møttust Danmark og Sveis í Ítróttaparkini í Keypmannahavn. Dysturin varð spældur 17. juni 1923 og Danmark vann 3-2, men donsku blaðmenninir niðursáplaðu danska landsliðið, hóast Danmark spældi seinasta korterið við 10 monnum, tá ikki bar til at skifta út. Donsku blaðmenninir høvdu ikki sansað, at Sveis hevði havt eina øgiliga framgongd. Max “Xam” Abegglen skoraði annað málið hjá Sveis og hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot undir OL árið eftir, har hvørki Danmark, Ongland ella Týskland luttóku.
Tann 21. apríl 1924 byrjaði Sveis OL-fyrireikingarnar við at vinna 2-0 á Danmark. Síðani vann Sveis 4-2 á Ungarn. Tey 19 árini, sum Sveis hevði spælt landsdystir, høvdu úrslitini í teimum 53 dystunum givið 15 sigrar, 9 javnleikir og 29 tap.
Sveisiska landsliðið varð stýrt av einari trímannanevnd, sum kallaðist Fakliga nevndin. Hvørt økið í landinum var umboðað av einum venjara. Sveis nýtti hesa skipanina fram til HM 1934. Í hesum førinum var trítyssið sett saman av Jimmy Hogan (Ongland-Young Boys), Dori Kürschner (Ungarn-Grasshopper) og Teddy Duckworth (Ongland-Servette). Hogan var sjálvandi ein týdningarmikil partur av menningini av fótbóltsspælinum inni á fastlandinum. Kürschner hevði havt góð úrslit í Ungarn, Týsklandi og Grasshopper, men tað var hansara ávirkan á brasilska venjing og spælkunnleika, sum gav honum viðurkenningina. Trímannanevndin varð stjórnað av Teddy Duckworth. Duckworth var venjari, sum leiddi liðið í París og tað var eisini hann, sum fekk eitt silvurheiðursmerki.
OL luttøkan 1924 í Paris gav nevniliga besta úrslitið í sveisiski fótbóltssøguni.
Sveis byrjaði kappingina við at vinna heili 9-0 á Litava, har Paul Sturzenegger (frá Zürich) skoraði 4 mál og Max “Xam” Abegglen (frá Grasshopper) skoraði 3 mál. Í 2. umfari spældi Sveis 1-1 javnleik ímóti Tjekkoslovakia, men vunnu umdystin 1-0. Dystin eftir skoraðu Sturzenegger og Abegglen aftur, tá Sveis vann 2-1 á Italia undir leiðslu av víðakenda Vittorio Pozzo.
Abegglen skoraði tvey mál afturat, tá Sveis vann 2-1 á Svøríki. Dysturin varð spældur 5. juni og sama dag gingu tokferðaseðlarnir hjá sveisiska ferðaliðnum eisini út! Teir umhugsaðu at taka seg úr kappingini fyri at sleppa undan eykakostnaðinum, men eftir eina áheitan í einum blaði fingu teir útvegað peningin, sum teir høvdu fyri neyðini, fyri at leingja um uppihaldið í París, men heilt óvæntað vunnu sveisararnir og skuldu spæla finalu ímóti Uruguay. Tað er higartil størsta úrslitið í sveisiskari fótbóltssøgu.
Sveis hevði tó onki at gera í finaluni, har Uruguay vann 3-0 framman fyri 41.000 áskoðarum, men Max Abegglen gjørdist toppskjútti hjá Sveis við 6 málum, meðan Paul Sturzenegger skoraði 5 mál. Pedro Petrone úr Uruguay gjørdist OL-toppskjútti við 7 málum.
Tilsamans skoraði Xam Abegglen 34 mál í 68 landsdystum fyri Sveis og hann átti einsamallur metið fram til 2001, tá Kubilay Türkyilmaz javnaði metið. Alexander Frei tók síðani metið í 2008. Max Abegglen verður framvegis roknaður sum ein allarbestu leikarunum í Sveis yvirhøvur og hann hevur rætt og slætt fingið felagið Neuchâtel Xamax uppkallað eftir sær!
Sveis hevur síðani ongantíð vunnið seg longur enn fjórðingsfinaluna; hvørki í HM ella EM.
