Betri Banki 290 milliónir krónur í avlopi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Roknskapurin hjá Betri Banki fyri 2024 vísir eitt avlop á 290 miliónir krónur.

Útlánini vuksu við 5,5%, og merkti tað øktar rentu­inntøkur. Bankin fekk eisini gott avkast íløgum í 2024.

Samstundis sum inntøkurnar eru vaksnar, eru útreiðslurnar ikki vaksnar við somu ferð sum inn­tøkurnar.

Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka, greiðir frá, at bankin hevur arbeitt miðvíst við at betra um gjaldføri og kapitalgrundarlag seinastu árini.

Um orsøkina til góða úrslitið sigur Jean Djurhuus, at bankin hevur megnað at økt útlánini við meira enn tveimum milliardum krónum seinastu fýra árini. – Tað er gjørligt, tí at bankin hevur trúgvar innlánarar, eina stóra eginogn, gott gjaldføri og eitt gott lønsemi, sigur Jean Djurhuus.

Betri Banki væntar, at 2025 verður lakari orsakað av lækkandi rentum.

Ársúrslitið fyri 2024 kann stutt lýsast soleiðis:

  • Ársúrslit: 290 milliónir krónur
  • Úrslit áðrenn skatt: 351 milliónir krónur
  • Fíggjarstøðan javnvigar við 12.360 milliónir krónur
  • Útlán: 8.579 milliónir krónur
  • Innlán: 9.469 milliónir krónur
  • Eginpeningur: 2.554 milliónir krónur
  • Kjarnukapitalprosent við árslok: 36,6%