Betri Banki lækkar útlánsrenturnar. Tað boðar bankin frá í tíðindaskrivið í dag.
Seinastu árini hava tað verið fleiri rentuhækkingar, men nú lækkar rentan aftur. Fyri fyrstu ferð í fimm ár hevur danski Tjóðbankin lækkað leiðandi rentuna. Rentan lækkar við 0,25 prosentstigum.
Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar.
Betri Banki boðar í tíðindaskrivinum frá, at fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum, meðan innlánsrenturnar verða óbroyttar.
Broytingarnar koma í gildi 16. juli 2024.