Mikukvøldið í komandi viku verður fyrsta umfarið í bestu kvinnudeildini. Saman við Eliesar Olsen, høvðusvenjara, fara vit tí at seta fokus á okkara Betri Kvinnur og á bestu kvinnudelidina.
B36 hevur eitt sera ungt lið í ár, og Eliesar Olsen er eisini nýggjur í venjarasessinum. Vit fara m.a. at práta um hvørja kós hann hevur lagt fyri liðið og hvussu uppstarturin hevur verið. Venjingardystirnir hava givið misjøvn úrslit, men hvat skulu vit vóna og rokna við? Eru nakrar broytingar í spælistílinum? Og hvussu verður javnvágin millum okkara blaðungu evnaríku leikarar og tær meira royndu? Spurningarnir eru nógvir, og vónandi verða svarini eins nógv í B36 Varpinum hósdagin kl. 16.
B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.