Í B36 Varpinum hósdagin kl 16 vitja Valborg Østerø (liðskipari) og Ester Ellingsgaard frá okkara besta kvinnuliði.
Vit fara at práta um kappingarárið higartil og ta nýggju byrjan okkara besta kvinnulið hevur fingið. Tì júst sum hjá Betri Monnum, er ikki sørt av broytingum hjá okkara Betri Kvinnum. Og kanska vit eisini fáa tíð til at tosa um EM endaspælið hjá U17 gentum, sum verður spælt í Føroyum tær næstu tvær vikurnar.
B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.