HB er ikki at kenna aftur, síðan André Olsen tók yvir kreppurakta HB-liðið frá Adolfo Sormani. Í dag vunnu teir móti NSÍ, sum higartil hevur staðið seg sera væl hetta kappinarárið. Eisini sær venjaraskiftið út til at hava hjálpt hjá 07 Vestur, sum vann annan dystin á rað. KÍ vann lættliga á Tvøroyri, og Víkingur vann eisini sannførandi móti FC Suðuroy. Í gjár spældu B36 og EB/Streymur málleysan javnleik.
NSÍ – HB 0-1 (1-4)
Fyri fáum umførum síðan vann NSÍ 7-1 móti HB í Gundadali. Tað førdi til venjaraskiftið í HB, og síðan hevur HB vent gongdini. Í dag gjørdi HB so bart, tá ið teir aftur spældu móti NSÍ, hesuferð í Runavík. Leikætlanin hjá HB riggaði væl, og tað eydnaðist at steðga álopsmaskinuni hjá NSÍ. Tá ið hálvur tími vann Heini Sørensen eitt bíligt brotsspark, sum hann sjálvur setti í málið.
Í seinna hálvleik legði NSÍ meira trýst á málið hjá HB. Men júst sum nógv bendi á at NSÍ fór at javna, var tað aftur Heini Sørensen, sum økti til 2-0. Løtu seinni økti Sammy Skytte til 3-0, og dysturin var avgjørdur. Aron Knudsen setti eitt lítið sindur av spenningi í í dystin, tá ið hann minkaði til 3-1. NSÍ megnaði tó ikki at leggja trýst á HB, og í yvirtíðini staðfesti innskifti Bartal Páll Klein 4-1 sigurin, sum veruliga staðfestir góðu gongdini hjá HB. NSÍ er hinvegin um at missa sambandi við KÍ á fyrsta plássið og er nú fimm stig aftanfyri. Júst KÍ og NSÍ møtast komandi vikuskifti.
07 Vestur – B68 3-1 (3-0)
Í síðstu viku vann 07 Vestur við fyribils venjara, og í dag vunnu vágamenn aftur við nýggj venjaranum Michael Schønberg, tá ið teir vunnu greit móti B68. Støðan var longu 3-0 í hálvleikinum. Sonni Ragnar Nattestad legði fyri og Mikkel Hyllegaard skoraði tvey. Í seinna hálvleiki minkaði Sebastian Lau Nielsen fyri B68 til úrslitið 3-1.
VÍkingur – FC Suðuroy 3-1 (3-0)
FC Suðuroy stóð leingi móti Víkingi, men tá ið tað skrædnaði, so var ongantíð nakar ivi um úrslitið. Poul Kallsberg skoraði tríggjar ferðir. Beint fyri tíð minkaði Teit Hjelm til 3-1 fyri FC Suðuroy.
TB – KÍ 0-5 (0-2)
Oddaliðið KÍ vann ein greiðan sigur móti TB í Trongisvági. Dagsins maður Árni Frederiksberg legði fyri, tá ið eitt korter var spælt, og ungi Dávid Biskopstø Andreasen økti fyri hálvleik. Dávid Biskopstø Andreasen gjørdi tað til 3-0 í seinna hálvleik, áðrenn gjørdi tað til 4-0 og 5-0.
B36- B68 0-0 (0-0)
Les serstaka dystarfrágreiðing: Dabo brendi tvey brotsspørk í málleysum dysti




Stigatalva Betrideildin menn
D | V | J | T | M+ | M- | +/- | Stig | ||
1 | KÍ | 11 | 10 | 1 | 0 | 38 | 5 | 33 | 31 |
2 | NSÍ | 11 | 9 | 0 | 2 | 49 | 13 | 36 | 27 |
3 | HB | 11 | 7 | 1 | 3 | 24 | 21 | 3 | 22 |
4 | Víkingur | 11 | 5 | 2 | 4 | 13 | 11 | 2 | 17 |
5 | B36 | 11 | 5 | 2 | 4 | 16 | 15 | 1 | 17 |
6 | EB/Streymur | 11 | 4 | 2 | 5 | 11 | 19 | -8 | 14 |
7 | B68 | 11 | 3 | 2 | 6 | 11 | 25 | -14 | 11 |
8 | 07 Vestur | 11 | 2 | 1 | 8 | 15 | 20 | -5 | 7 |
9 | FC Suðuroy | 11 | 2 | 0 | 9 | 5 | 27 | -22 | 6 |
10 | TB | 11 | 1 | 3 | 7 | 9 | 35 | -26 | 6 |