Betrideildin 12. umfar: KÍ beina kós móti FM

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

KÍ vann væl spælda oddadystin í Betrideildini móti NSÍ 3-2. B36 vendi hóttandi tapi í Vági til sigurs. EB/Streymur steðgaði góðu gongdini hjá 07 Vestur, og B68 vann móti TB á Toftum.


KÍ – NSÍ 2-1 (3-2)
NSÍ rann fyri tað mesta aftaná móti KÍ, sum skoraði tíðliga í oddadystinum á Norðoyastevnu í Klaksvík. Verjan hjá NSÍ sá ikki serliga gott út, og endin var at Partik Johannesen lættliga kundi leggja meistarafavorittarnar fram um 1-0.

NSÍ hevði nógv spæl og nógvar royndir á mál allan fyrra hálvleiki. Men tað var Kì, sum kom fram um 2-0, tá ið Páll Klettskarð skoraði fýra minuttir fyri steðgin.

NSÍ svaraði tó aftur beinanvegin, og tað var Aron Knudsen, sum setti spenning í dystin aftur.

Tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki, javnaði NSÍ, tá ið Klæmint Olsen endaði við at skalla bóltin í málið, eftir ping pong framman fyri málið hjá KÍ.

Dysturin var lívligur allan dystin, og serliga NSÍ hevði brúk fyri at vinna. Tað var tó KÍ, sum avgjørdi dystin. Árni Frederikberg sendi eitt av sínum vandamiklu frípørkum inn fyri málið, og har var Klæmint Olsen óheppin at skalla bóltin í egið mál.

NSÍ kláraði ikki at svara aftur, og hevur nú tapt tríggjar dystir seinastu tíðina, fyrst óuppiborið móti KÍ í Runavík, so ruddiliga móti HB í Gundadali, og so aftur í dag móti KÍ.

NSÍ er harvið fyribils farið úr meistarastríðnum, og í løtuni er eingin, sum sær út til at fara at hótta KÌ á veg móti meistaraheitinum. NSÍ má nú royna at venda gongdini aftur, og konsentrentera seg um, at halda HB aftanfyri seg.


FC Suðuroy – B36 2-3 (2-0)
Í Vági kom FC Suðuroy fram um 2-0 í fyrra hálvleiki við málum frá Olaf Gotfred og Salmundi Bech, sum hamraði eitt frálíkt fríspark í málið.

Í seinni hálvleiki hevði FC Suðuroy onkran heilt góðan møguleika at økja. Men í staðin var tað B36, sum vendi dystinum. Fyrst skoraði Pætur Petersen, tá ið eitt korter var eftir. Mattias Weihe Joensen javnaði eftir eitt flætt fríspark frá spískum var sent inn fyri, og Markus Kryger Lindh avgjørdin dystin.

Harvið slapp B36 við hvøkkinum, meðan FC Suðuroy framvegis hevur stórar trupulleikar at vinna sær stig fyri at koma úr botnstríðnum.


EB/Steymur – 07 Vestur 1-0 (0-0)
Á Eiði eydnaðist EB/Streymi móti endanum at vinna ein spakan dyst móti 07 Vestur, sum hevur reist síðan venjaraskifti. Dysturin sá út til at enda málleysur, tá ið Kristian Svabo Eliasen skoraði fimm minuttir fyri tíð. Sami Kristian Svabo Eliasen náddi eisini at fáa reytt kort í yvirtíðini fyri eina ljóta takkling.


B68 – TB 4-1 (0-0)
B68 hevði ikki stórvegis trupulleikar av vinna móti TB. Jóham Josephsen legði toftamenn fram um í fyrra hálvleik, og Samudeen Musah javnaði fyri TB fyri steðgin.

Mitt í seinna hálvleiki legði Djóni Samuelsen B68 fram um, Martin Klein økti løtu seinni, og Jákup Norðoy Vilhelmsen staðfesti 4-1 sigurin í yvirtíðini.


HB – Víkingur 2-1 (1-0)
Dysturin HB – Víkingur var spældu hóskvøldið, les um tann dystin her: Góða gongdin hjá HB helt fram móti tomum víkingum



Stigatalva Betrideildin menn

 DVJTMFMMST
11211104173434
2NSÍ1290351163527
3HB128132622425
4B36126241917220
5Víkingur125251413117
6EB/Streymur125251219-717
7B68124261526-1114
807 Vestur122191521-67
9FC Suðuroy122010730-236
10TB121381039-296