Betrideildin 8. umfar: NSÍ er stórfavorittur móti HB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tríggir dystir í 8. umfari í Betrideildini hjá monnum verða spældir í dag.

Stóri dysturin í Gundadali klokkan 19.30, tá ið HB tekur móti NSÍ, sum hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið og hevur vunnið allar dystirnar higartil.

HB hevur hinvegin havt eina sera trilvandi byrjan upp á kappingárið, men eru kortini á triðja plássi.

NSÍ er greiður favorittur í kvøld, og við sigri koma teir ájavnt við KÍ fremst í deildini, áðrenn liðini bresta saman í oddabrakið við Løkin komandi umfar.


Fyrsti dagur í dag er eisini í Gundadali klokkan 16.30, tá ið B36 tekur móti EB/Streymi. B36 hevur fingið góða byrjan upp á kappingarárið, meðan EB/Streymur hevur fingið ein toluliga byrjan upp á kappingarárið.


Klokkan 17.00 verður botndystur á Toftum, tá ið 07 Vestur kemur at vitja B68. Hesi bæði liðini liggja á tveimum teimum aftastu plássunum. B68 hevur sær sjálvum so líkt higartil í ár havt torført við at fáa úrslit, hóast spælið ofta er brúkiligt. 07 Vestur hevur eisini havt eina sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið, og skulu tí helst hava minst eitt stig í hesum dystum, um teir ikki skulu verða isoleraðir einsamallir í botninum.


Í morgin spæla FC Suðuroy og Víkingur í Vági, og í fyrsta dystinum í 8. umfari, vann KÍ hóskvøldið heili 10-0 móti TB


Stigatalva Betrideildin menn

LiðDVJTMFMMStig
188003032724
2NSÍ77003352821
3HB75021712515
4B3674121311213
5Víkingur722368-28
6EB/Streymur7214716-97
7FC Suðuroy7205314-116
8TB8125824-165
9B687115519-144
1007 Vestur7016616-101