Betrideildin 9. umfar: 07 Vestur einsamalt í botninum – EB/Streymur koppaði B36

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tríggir dystir vóru í Betrideildini hjá monnum í dag. NSÍ vann heili 7-1 á HB, les meira um tann dystin her. EB/Streymur vann 2-1 í móti B36 í Gundadali, og B68 vann 2-1 móti 07 Vestur á Toftum.

Hóskvøldið vann KÍ heili 10-0 móti TB, les meira um tann dystin her.


Heilt óvæntað og ikki heilt í tráð við leikgongdina vann EB/Steymur 2-1 móti B36 í Gundadali. B36 hevði alt spælið, men í einum skjótum mótálopi tíggju minuttir fyri hálvleik skoraði Boubacar Dabo fyri EB/Streym.

B36 stríddist fyri at javna í seinna hálvleiki, men í staðin var tað aftur Boubacar Dabo sum tíggju minuttir inn í seinna hálvleik øtkti til 2-0 til EB/Streym.

Fimm minuttir fyri tíð gav Mattias Weihe Joensen B36 eina vón, men tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og EB/Streymur vann trý óvæntað og kærkomin stig.


Á Toftum stóð leingi 0-0. Men Sonni Ragnar Nattestad hjá 07 Vestur var so óheppin at beina bóltin í egið mál, tá ið eit korter var eftir at spæla, og tveir minuttir seinni økti Aleksandur Ólavsson Jensen til 2-0. Jonathan Timothy Flensborg minkaði seint í dystinum til 2-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

B68 lyfti seg við sigrinum upp um niðurflytingarstrikuna. Meðan 07 Vestur nú er isolerað niðast í Betrideildini við eittans stigi.


Í morgin klokkan 14.30 spæla FC Suðuroy og Víkingur í Vági.



B68 – 07 Vestur 2-1 (0-0)


Stigatalva Betrideildin menn

DVJTVMTMMMS
1NSÍ88004063424
288003032724
3HB85031819-115
4B3684131413113
5EB/Streymur8314917-810
6Víkingur722368-28
7B688215720-137
8FC Suðuroy7205314-116
9TB8125824-165
1007 Vestur8017718-111