Fýra dystir vóru í Betrideildini hjá monnum fríggjakvøldið. KÍ vann oddadystin móti NSÍ. HB reistist úr øskuni og vann á Víkingi, 07 Vestur tapti móti EB/Streymi eftir eitt býtt brotsspark í yvirtíðini, og B36 vann móti FC Suðuroy, sum hevur trupult við at skora mál.
Les meira um KÍ – NSÍ her: KÍ koppaði oddadystinum til sín fyrimun
Les meira um Víking – HB her: André beindi HB til á sigurs í fyrstu royndini
B36 – FC Suðuroy 1-0 (0-0)
Bæði liðini høvdu fleiri góðar møguleikar at skora, men tað var bara B36, sum fann vegin til meskarnar. Símun Sólheim sendi eitt hornaspark beinleiðis í málið, tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki. FC Suðuroy spældi enn einaferð ein góðan dyst, men stóru trupulleikin er, at teir ikki megna at skora mál.
07 Vestur – EB/Streymur 0-1 (0-0)
07 Vestur hevði nógvar møguleikar at skora á heimavølli móti EB/Streymi, men inn vildi bólturin ikki. Tað sá tó út til, at 07 Vestur fór at fáa eitt stig, tá ið farið var inn í yvirtíðina. Men so gjørdi Sonni Ragnar Nattestad hjá 07 Vestur eitt skítbýtt brotspark, tá ið hann sló bóltin við hondini. Óli Eysteinsson Poulsen sendi brotsparkið í málið, og harvið heldur góða gongdin hjá EB/Streymi fram.
Úrslit 9. umfar Betrideildini
NSÍ – KÍ 1-2 (1-1)
Víkingur – HB 0-1 (0-0)
B36 – FC Suðuroy 1-0 (0-0)
07 Vestur – EB/Streymur 0-1 (0-0)
Sunnudagin:
Kl. 14.45 TB – B68
Stigatalva Betrideildin menn
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | KÍ | 9 | 9 | 0 | 0 | 32 | 4 | 28 | 27 |
2 | NSÍ | 9 | 8 | 0 | 1 | 41 | 8 | 33 | 24 |
3 | HB | 9 | 6 | 0 | 3 | 19 | 19 | 0 | 18 |
4 | B36 | 9 | 5 | 1 | 3 | 15 | 13 | 2 | 16 |
5 | EB/Streymur | 9 | 4 | 1 | 4 | 10 | 17 | -7 | 13 |
6 | Víkingur | 9 | 3 | 2 | 4 | 8 | 9 | -1 | 11 |
7 | B68 | 8 | 2 | 1 | 5 | 7 | 20 | -13 | 7 |
8 | FC Suðuroy | 9 | 2 | 0 | 7 | 3 | 17 | -14 | 6 |
9 | TB | 8 | 1 | 2 | 5 | 8 | 24 | -16 | 5 |
10 | 07 Vestur | 9 | 0 | 1 | 8 | 7 | 19 | -12 | 1 |