Bilar standa til ampa fyri ferðsluna

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Tað gongur ikki ein dagur, so fáa vit fráboðan um bilar, ið standa til ampa fyri ferðsluna.

Soleiðis sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini, at Føroya Politi brúkar nógva orku hvønn dag at fáa fatur á rætta viðkomandi, sum hevur parkerað heldur ófantaliga.

Vaktleiðarin sigur, at hesin trupulleiki er størstur í Havn, men tað kemur eisini fyri, at fráboðanir koma aðrastaðni í landinum um tílíka parkering

Tað er heldur ikki heilt uttan grund, at løgreglan má brúka tíð og orku at finna rætta eigaran til bilar, sum hava parkerað ófantaliga, soleiðis at stór akfør ikki sleppa vegin fram.

– Sleppa stórir bilar ikki framvið hesum parkeraðu bilum, so merkir tað eisini, at eitt nú sløkkiliðsbilar heldur ikki kunnu koyra á staðnum, um tað nú skuldi verið neyðugt, sigur vaktleiðarin.

Hann vísir á, at eigarar av bilum, sum hava parkerað ófantaligt, plaga at fáa eina ávaring, men hendir tað aftur, at sami eigari heldur fram at parkera soleiðis, at bilurin er til ampa fyri ferðsluna, so kann bót verða skrivað.

(Myndin er tilvildarlig)