Nú skalt tú bíleggja tíð til borgaratænastuna hjá Føroya Politi í Tórshavn. So sleppur tú undan langari bíðitíð, tá ið tú kemur á politistøðina, og tú tryggjar tær eisini, at tú sleppur framat.
Bílegg tíð frammanundan
Á heimasíðuni hjá Føroya Politi skalt tú nú bíleggja eina tíð, áðrenn tú kemur á politistøðina. So sleppur tú undan bíðitíðini, og tú tryggjar tær eisini, at tú sleppur framat.
Á politi.fo kanst tú eisini lesa meira um, hvat tú skalt hava við tær á støðina.
Enn bert galdandi í Tórshavn
Í fyrstu syftu verður nýggja skipanin hjá borgaratænastuni royndarkoyrd á støðini í Tórshavn. Seinni í ár fer hon eisini at fevna um hinar avgreiðslurnar hjá Føroya Politi í Klaksvík, á Tvøroyri og á flogvøllinum.
Nógv fólk á støðini hvønn dag
Á politistøðini í Tórshavn koma sera nógv fólk hvønn dag. Ørindini snúgva seg um alt frá pass, visum og revsiváttan til at lata inn funnar lutir ella at melda okkurt. Tað fer sjálvsagt framvegis at bera til at koma ófráboðað inn á borgaratænastuna fyri t.d. at melda eitt mál. Øll onnur viðskiftafólk skulu bíleggja tíð frammanundan.
Upplatingartíðirnar hjá borgaratænastunum kring landið eru gerandisdagar frá klokkan 10 – 14. Støðin á flogvøllinum er tó stongd mikudag.