Bíleggingarskipanin fer at virka mánadagin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Smyril er góður og stórur, men viðhvørt kann tað henda, at fult er á dekkinum, og at bilar tí standa eftir, tá ið loyst verður. Hetta er yvirhøvur, tá ið talan er um høgtíðir, serlig tiltøk ella einstøk vikuskifti. Við at bíleggja pláss fært tú at vita framman undan, at tað verður pláss fyri tínum bili, tí at hevur tú bílagt og fingið eina váttan fyri bílegging ina, sleppur tú við.

Tað skrivar Strandferðslan í tíðindaskrivi, nú nýggja bíleggingarskipanin fer at virka frá mánadegnum av.

Frá 8. juli til 1. september er talan um eina royndartíð við nýggju skipanini, sum síðan verður eftirmett og møguligar tillagingar gjørdar.

– Bílegging er einki krav, men við henni fært tú framíhjárætt at koma við. Kemur tú hinvegin við upp á kjans, fært tú kanska eitt av plássunum, ið leypa av, tá ið bilar við bílegging eru farnir umborð, skrivar Strandferðslan.

Víðari skrivar Strandferðslan:

Stovna ein brúkara og spar 15 prosent av ferðaseðlakostnaðinum
Tað er ein snildur fyrimunur at stovna ein brúkara á bíleggingarskipanini. Tá er lættari keypa ferðaseðilin, tí skipanin minnist tínar upplýsingar. Og so eru eisini pengar at spara.

Bíleggur tú bilpláss við brúkara, kostar einvegis ferða seðilin 96,00 kr. og uttan brúkara 112,50 kr. Kemur tú upp á kjans og rindar ferðaseðilin umborð, kostar hann 127,50 kr.

Ein bílegging fevnir um bil og bilførara. Eru fleiri ferðandi við í bilinum, skulu tey keypa ferðaseðilin umborð sum higartil. Plássbílegg á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Far inn á www.ssl.fo og finn bíleggingarskipan ina á forsíðuni. Beinleiðis leinkið er booking.ssl.fo.

Bíleggur tú ofta, eigur tú at stovna ein brúkara, men tað er ikki einki krav. Tað er tó dýrari at bíleggja uttan brúkara.

Kvittanin fyri bíleggingina virkar sum ferðaseðil og verður send á telefon ella sum teldupostur. Nummarplátan skal skrásetast við bílegging, og hon verður eisini skannað, tá ið tú kemur umborð. Neyv vegleiðing um bíleggingarskipanina er á www.ssl.fo.

Tú kanst eisini ringja til okkara á telefon 34 30 30 ella skriva til bookingsupport@ssl.fo.